Av eini sølu upp á góða hálva miljón, rindaði línuskipið Ågot út við 70.000 krónur í landingar-og søluútreiðslum. - Tað er alt ov nógv, sigur skiparin, Eyðstein Poulsen. Teir, sum eiga Ågot í Klaksvík, halda seg gjalda alt ov stórar landingar-og søluútreiðslur. Hetta vilja teir nú gera nakað við fyri at betra um raksturin - bæði skipi og manning til frama.
Ågot hevur frystilast, men hendan hevur ongantíð verið brúkt, síðan skipið varð keypt úr Noregi í 2001.
Skipið hevur bæði línu-og garnaloyvi, og við gørnum hava teir loyvi at veiða svartkalva.
Nú hava teir startað frystilastina upp og fara á svartkalvaveiðu við gørnum.
Eyðstein Poulsen, skipari, sigur, at á næstseinasta túri fyri páskir høvdu teir 132.000 pund. Teir seldu fyri eina góða hálva miljón krónur, men av hesum fóru út við 70.000 krónur til landing og sølu av veiðuni.
- Hetta er meiri enn 13% av veiðivirðinum, og tað halda vit vera ov nógv.
Skiparin sigur, at nú teir fara at frysta fiskin umborð, ætla teir at landa veiðina sjálvir, tá túrur er lokin.
Eyðstein Poulsen væntar, at teir verða einir 8 mans við Ågot, nú loyst verður á garnaveiði.