Surimi
Um einar fjúrtan dagar ella so, fer felagið, Viking Fish Protein, at framleiða surimi í Fuglafirði. Framleiðslan fer fram í bygninginum innanfyri Havsbrún, sum áður var makrelvirki. Verkætlanin er prottin úr einum samstarvi, sum verið hevur millum sandavágsmannin, Torfinn Johansen og amerikumenn, sum Torfinn hevur samstarvað við í fleiri ár.
Samstarv
Torfinn sigur, at seinni eru eisini Havsbrún og Føroya Fiskavirking komin uppí verkætlanina, sum hevur verið í umbúna í nøkur ár.
Hann vísir á, at nútímans maskinur eru settar uppá virkinum til endamálið, men brúk verður eisini fyri nøkrum fólkum í framleiðsluni.
- Í fyrstu syfti verður hetta ikki eitt stórt virkið, men gongst sum ætlað, verður virksemið ment so hvørt, sum felagið kann prógva, at dugur er í.
Torfinn sigur, at í øllum Evropu verður surimi í løtuni bert framleitt umborð á Nærabergi. Keyparalondini eru serliga Eysturevropa og Fjareystur, men ES-marknaðurin er tann, sum vinnur mest fram í løtuni.
Sandavágingurin fór í sínari tíð niður til Danmarkar at arbeiða fyri Føroya Fiskasølu, men seinnu árini hevur hann arbeitt fyri grønlendska/ danska felagið, Polar Seafood.
Torfinn hevur búð í Danmark í 19 ár, men er nú fluttur heimaftur til Føroya í samband við verkætlanina í Fuglafirði, har hann situr sum stjóri í felagnum, Viking Fish Protein.
- Í mínum starvi hjá Polar Seafood fekst eg mest við at selja rækjur og svartkalva, men ein partur av mínum virksemi var eisini at selja surimi, sum vit keyptu frá ymiskum veitarum.
Tað var í samband við sølu av surimi, at Torfinn kom at samstarva við amerikumenn, ið hava drúgvar royndir á økinum, bæði innan framleiðslu, góðsku og marknaðarviðurskifti.
- Tað var tískil, áðrenn Næraberg kom higartil lands, at vit byrjaðu at tilrættaleggja tað virksemi, sum nú fer í gongd í Fuglafirði, sigur hann.
Í sínari tíð var Torfinn eisni framleiðsluformaður umborð á Giljanesi.
- Ætlanin var at byrja surimi-framleiðslu í Føroyum saman við amerikumonnum, tí hesir hava tær drúgvastu royndirnar á økinum, men sum tíðin er liðin, hava vit sæð tað skilagóða í at hava tveir aðrar sterkar "partnarar" við okkum, sum nú eru Havsbrún og Føroya Fiskavirking.
Svartkjaftur
Torfinn sigur, at nú framleiðslan í Fuglafirði fer í gongd, koma amerikumenn higar til lands at leggja lag á.
- Eg haldi, at hetta verður eitt spennandi samstarv, har partarnir hava hvør sína uppgávu í hesi verkætlan, sigur hann.
Spurdur, hvat hann heldur um surimi-verkætlanina við Nærabergi, sigur Torfinn, at Næraberg hevur megnað at selt eina góða vøru úr svartkjafti í Japan.
- Fyrstu royndirnar, sum gjørdar vórðu í Føroyum, vístu, at surimi úr svartkjafti var ikki so væl egnað, men hesa "mytu" hevur verkætlanin við Nærabergi brotið. Surimi úr svartkjafti verður í dag virðismenn við onnur sløg av surimi í Japan, og tað er eitt stórt framstig, sigur hann.
Torfinn sigur, at nú virkið liggur uppat Havsbrún, har nógv túsund tons av svartkjafti verða landað um árið, fer Viking Fish Protein at keypa bestu rávøruna haðani.
- Og øll rávøran verður í fyrsta umfari svartkjaftur, leggur hann aftrat.
Surimi er ikki bara nakað, tú gert. Tað krevur holla servitan, og tí fegnast Torfinn um samstarvið við amerikumenninar.
Torfinn Johansen er útbúgvin konserves teknikari og hevur selt surimi í eini 7-8 ár.
Hvat er surimi?
Surimi er ein vøra við lítlum og ongum smakki. Vit kunnu siga, at hetta er stabiliserað fiskafars. Øll leys væta og alt feitt er "vaskað" úr farsinum, ið er neutralt. Áðrenn vøran verður fryst, minnir hon mest um smágrýnuta tilfarið í einum marsipanbreyði. Á fakmáli verður sagt, at surimi er ein standardifisera basisvøra í einum produkti.
Í Føroyum vita vit, hvussu eitt nú hýsu-, toska,-ella upsafars smakkar, men fólk, sum liva í einum stórum landi burtur frá havinum, vita kanska nóg illa, hvussu ein fiskur sær út. Tey hava ongantíð sæð ein livandi fisk ? uttan møguliga í einum fiskabúri.
Okkum í Føroyum nýtist ikki at tilseta smakki-ella litevni, tá ið vit gera einar fiskafrikadellir. Vit vilja hava tær at smakka soleiðis, sum tær "eiga" at smakka, nevniliga av fiski.
Fyrimunirnir hjá fólki í fjarskotnum londum við surimi er, at tey kunnu seta tann smakk ella lit til vøruna, sum tey vilja. Tískil nýtist surimi ikki at smakka av fiski, um tey heldur vilja, at tað skal smakka av onkrum øðrum, tá ið máturin stendur á borðinum.
Í Føroyum er onkur eisini farin at koyra piparfruktir í eitt nú frikadellir, og tá fært tú tann lit og partvís tann smakk, sum fruktin hevur.
Her heima kenna vit best surimi sum høvuðsevnið í tí, sum rópt verður "crab-stick" ? ein framleiðsla, sum í sínari tíð byrjaði í Kollafirði.