Fara at framleiða úr gassekelduni Topaz

Faroe Petroleum boðar frá, at Noble White boripallurin nú er liðugur at bora og royndarkoyra Topaz brunnin ? við góðum úrsliti Royndirnar vísa, at tað er lønsamt at útbyggja gasskelduna til framleiðslu, og orkufeløgini, sum luttóku í boringini, hava góðkent eina útbyggingarverkætlan.

Feløgini, sum luttóku í boringini eru RWE Dea UK SNS Limited við 57,5%, ið er fyristøðufelag, GDF Britian Limited við 35% og Faroe Petroleum (U.K.) Limited við 7,5%.

Ætlanin er at leggja eina rørleiðing frá Topaz gasskelduni yvir til Schooner framleiðslueindina. Faroe Petroleum eigur 4.83% av Schooner gasskelduni. Framleiðslan frá Topaz byrjar væntandi í 2009 og heldur fram til 2017.

Tá Topaz framleiðslan byrjar, framleiðir Faroe Petroleum úr 4 gasskeldum, og síðani felagið keypti seg inn í Topaz gasskelduna í novembur 2007, hava gassprísirnir verið støðugt hækkandi. Tann øktað gassframleiðslan styrkir um felagið, og ger tað møguligt hjá felagnum at halda fram við at leita eftir kolvetnum í Føroyum, Noregi og Bretlandi.

Faroe Petroleum, ið er skrásett á AIM marknaðinum í London og hevur skrivstovur í Tórshavn, Stavanger og Aberdeen, luttekur í trimum øðrum brunnum, sum í løtuni verða boraðir.