Veitst tú, hvaðani maturin á tallerkinum kemur? Bogi Andreasen og Kári Sørensen hava, saman við Birgiri Enni, seinastu tvey árini sett sjóneykuna á, hvaðani fiskurin kemur við tiltakinum Ein Dagur á Grynnuni. Tiltakið hevur verið sera væl vitjað. Fyrsta árið leitaðu um 4.000 fólk sær oman í Tórsgøtu, meðan annað árið vóru tað um 9.000 vitjandi.
Nú taka Bogi Andreasen og Kári Sørensen næsta stigið.
- Eg eri uppvaksin í fiskivinnuni í Klaksvík, so eg kenni væl til tann partin av føroyska tilfeinginum. Eg merkti tó, tá eg flutti til Havnar, at her hevði fiskivinnan ikki somu støðu, men nógv fleiri fólk høvdu okkurt tilknýti til landbúnaðin, enn eg var vanur við, sigur Bogi Andreasen.
Teir báðir fara tí at skipa fyri einum líknandi tiltakið sum Ein Dagur á Grynnuni, men við støðið í føroyska landbúnaðinum. Slaktið er heitið á nýggja tiltakinum, sum verður í Tórsgøtu 24. septembur.
- Við hesum ynskja vit at vísa, hvat landbúnaðurin í Føroyum hevur at bjóða. Tá tosa vit bæði um kjøt, mjólkaúrdrátt og grønmeti, sigur Bogi Andreasen.
Frá kríatúri til døgurða
Í samstarvi við bøndur, urtagarðsáhugaði og Meginfelag Búnaðarmanna, skulu føroyingar nú fáa høvi at síggja tilgongdina frá livandi djóri til borðreiddan døgurða.
- Ætlanin er at hava slakt á staðnum. Vit hava fingið ein kálv av Sandoynni, sum vit fara at slakta, umframt at vit eisini fara at fletta lomb, sigur Bogi Andreasen.
- Hetta gevur okkum høvi at vísa fólki, júst hvør tilgongdin er, hvat tað ymiska av kríatúrunum verður nýtt til og so framvegis. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu blóðpylsa og rullupylsa verða gjørdar og ikki minst, fáa smakkiroyndir eisini. Fólk skulu fáa høvi at síggja, hvaðani kjøtið á tallerkinum kemur frá. sigur hann.
Eins og á fiskatiltakinum, verður eisini borðreitt við alskyns góðum føroyskum mati til hetta tiltakið, sjálvandi einans føroyskt.
- Vit hava sett okkum í samband við onkrar matstovur og onnur matáhugaði, sum fara at virka okkurt til fyri okkum og vit eggja teimum eisini til at nýta føroyskt grønmeti til rættirnar, sum tey fara at gera, sigur Bogi Andreasen. Alt verður sjálvandi ikki heilt feskt, tí nógv av føroyska matinum skal upp at hanga í styttri ella longri tíð ella leggjast í laka, men nógvur matur
Endamálið við degnum er at seta føroyska landbúnaðin í fokus.
- Vit hava eitt ómetaliga stórt tilfeingi her í Føroyum. Nú hava vit í tvey ár víst á tilfeingi í sjónum og nú er tíðin komin at vísa á tilfeingi á landi, sigur Bogi Andreasen. Umframt at slakta ein kálv og fletta nøkur lomb, vónar Bogi Andreasen eisini at kunna bjóða harur, dunnur og gæs hendan dagin. Meginfelag Búnaðarmanna verður eisini til staðar við sínum vørum, sum jú eru framleiddar úr føroyskari mjólk.
- Vónandi fara fólk heimaftur ovfarin av, hvussu nógvan mat vit hava í Føroyum og við eini betri fatan av, hvussu hagreiðingin fer fram og hvaðani maturin á tallerkinum stavar, sigur Bogi Andreasen.