Fara at eta brunch úti á altanuni

- Tey gomlu tosaðu ofta um sólarmyrkingina í 1954, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, heldur, at tað verður stuttligt at uppliva sólarmyrkingina.

 

- Vit fara at verða heima og eta brunch úti á altanuni.

 

Hann sigur seg væl skilja, at útlendsk ferðafólk koma til Føroya at uppliva fullu sólarmyrkingina.

 

Sjálvur minnist advokaturin ikki sólarmyrkingina í 1954.

 

- Men, tey gomlu tosaðu ofta um hesa hending, sigur Jógvan Páll Lassen.