Húsabygging
Nú verður eitt stórt stig tikið fyri at hjálpa upp á íbúðarneyðina í Runavík.
Nú verða nevniliga ikki færri enn 12 raðhús bygd á Høgaleiti í Runavík. Húsini verða bygt í tveimum raðum við seks húsum í hvørjum raði.
Høgaleiti er mitt í Runavík, beint niðan av keiini og útsýnið er tað besta, ið hugsast kann.
Tað er byggifelagið HP-Hús í Rituvík, sum fer at byggja húsini.
Byggifelagið sigur, at húsini vera 94 fermetrar hvørt til støddar.
Øll loyvi eru fingin til vega og ætlanin er at fara undir byggingina so skjótt sum gjørligt. Ætlanin er at húsini verða liðugt at flyta inn í einaferð í longu tíðliga komandi summar.
Í løtuni verður arbeitt uppá at fáa tilboð til vega og at roknað prísir út, so enn veit felagið ikki, hvussu nógv húsini fara at kosta.
Men Byggifelagið sigur, at húsini verða í øllum førum væl og virðiliga kappingarfør í prísi og teir lova eisini, at dygdin í húsunum verður tann rætta.
Tað verður ?Inni? sum er sethúsasølan hjá Føroya Sparikassa, ið fer at selja húsini fyri HP-Hús.
Byggifelagið sigur, at húsini verða púra klár at flyta inn í, tá ið tey verða seld, tvs, at har verður bæði gólv lagt í, málað, tapeserað og køkur settur upp.
Men sjálvsagt ber tað til hjá hvørjum einstøkum keypara at broyta húsini eftir egnum ynski og at fáa okkurt annað gólv, aðra køk, ella aðrar litir og aðrar hvítvørur, men kann sjálvsagt eisini broyta kostnaðin.
Byggifelagið upplýsir, at gongur tað væl við hesi byggingini, er ætlanin avgjørt at halda fram og at byggja fleiri raðhús av hesum slagi.