Fara at byggja nýggja maskinsmiðju


Gamli fiskasentralurin er farin í søguni, og ætlanin er at byggja ein nýggjan bygning, har ein nýggj smiðja og goymsla skulu húsast


 

Bygging

 

 

 

Tórshavnar skipasmiðja telist millum størstu arbeiðspláss í landinum. Ein so stór fyritøka hevur eisini innímillum tørv á nýggjum hølum. Skipasmiðjan húsast í dag við eystaru bryggju í Havn. Fyri stuttari tíð síðani varð gamli fiskasentralurin tikin niður, tá hesin hevði tænt fyri seg.

 

Gunnar Mohr annar av monnunum á ovasta rók hjá Tórshavnar skipasmiðju sigur við Sosialin, at ætlanin er at gera ein nýggjan bygning, har sum fiskasentralurin hevur verið.

 

Nýggi bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur næsta summar. Bygningurin skal eftir ætlan hýsa maskinsmiðju og goymslu. Ætlanin er at samla alt niðri við kaiina, sigur Gunnar Mohr, stjóri.