Í síðstu viku skrivaðu Ólavur Langgaard fyri Byggiverk og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, undir avhendingarskjal í samband við Gulu Smiðju í Saltangará.
- Tað, ið er eftir at gera, er sett á skrá, og væntandi er komið endaliga á mál um mánaðarskiftið januar/ februar 2022. Sum kunnugt er Gula Smiðja ætlað sum ungdóms- og aktivitetshús í Runavíkar kommunu.
Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at dagligi leiðarin, Guðmundur Joensen, byrjaði í starvinum hin 1. desember, og hann er farin undir at fyrireika brúkið av húsinum frameftir.
- Tá nýggja miðbýarætlanin varð gjørd og løgd fram í 2018, gjørdist Gula Smiðja ein partur av ætlanini. Økið innan fyri smiðjuna er ogn hjá Runavíkar kommunu, og ætlanin er nú at fara undir at skipa hetta økið sum eitt torg, ið kann brúkast til ymiskt.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at økið innan fyri Gulu Smiðju verður opið, men við tekju omanyvir, og peningur er settur av til eina byrjan av hesi verkætlan í 2022.
##med2##












