Fara at bora næsta ár

Tað sær út til, at undirsjóvartunnilin millum Eysturoy og Streymoy verður veruleiki innan fá ár.

- Tað sær út til, at ein undirsjóvartunnil millum Eysturoy og Streymoy verður veruleiki innan fá ár.

 

Tað veit Sjóvar kommuna at siga, nú menn seinasta fríggjadag fóru í holt við at kanna undirlendið, har undirsjóvartunnilin skal koma upp við Sjógv.

 

- Sum skilst, er ætlanin at byrja at bora tunnilin næsta ár, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Sum sæst á viðheftu mynd, er gravmaskina farin niðan í bøin at grava omanav fyri at kanna undirlendið, haðani tunnilin skal koma upp.