Fara at bora í næsta mánaði

Í løtunu verða vegir gjørdir og byggiplássið verður riggað til

Tað verður einaferð í næsta mánaði, at fysta skotið í Fámjinstunlinum verður latið av. Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, Stjóri á Landsverki. Tað er nakað síðani, at arbeiðsfólk fóru til verka við Fámjinstunnilin og stjórin á Landsverki sigur, at hendan tíðin verður brúkt at gera vegir til tunnilsmunnan ørðavíkarmegin, umframt at rigga byggiplássið til.

 

Hann sigur, at einaferð í næsta mánaði verður so klárt at loysa fyrsta skotið av og at seta á fjallið við boranum Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag.

 

Sjálvur tunnilin kostar 150 milliónir, men við øllum tí sum kemur afturat, verður endaligi kostnaðurin 207 milliónir. Tunnilin skal vera klárur at taka í brúk um gott hálvtannað ár, ella miðskeiðis í 2024.