Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina fjøltáttaða bústaðarætlan fyri eitt øki á Kambsdali, sum er gott og vælegnað lendi til bústaðarbygging. Spennandi ætlanin hevur verið viðgjørd í teknisku nevnd hin 2. desember og er síðan samtykt í býráðnum á almennum býráðsfundi hósdagin 16. desember 2021.
- Økið, sum talan er um, er millum Dalsveg, Børkugøtu, Fagragil og oman til gøtusambandið, sum er partur av matr. nr. 871e, Kambsdalur. Tilsamans fevnir økið um einar 17.000 fermetrar. Samtykt er at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 871e frá at verða øki til almennar stovnar og fríøki, merkt E og I, til at verða øki B, sum er sethúsa- og bústaðarøki.
Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at broytingin av serstøku byggisamtyktini fyri økið verður løgd út til almenna hoyring og alment eftirlit í næstum. Á heimasíðuni hjá kommununi verður nærri greitt frá, at ætlanin fevnir um fýra ymisk sløg av matriklum, og her verður eisini greitt nærri frá, hvørji - ella hvat slag av húsum - talan er um at byggja.
##med2##
- Tilsamans kann ætlanin fevna um einar 35-40 bústaðareindir í ymiskum støddum, og hesar koma at liggja væl fyri í mun til ánna, sum rennur ígjøgnum økið og harvið skapar møguleikar fyri lívi og trivnaði. Grøna økið er staðsett miðskeiðis í útstykkingarætlanini, og er raðfest sera høgt, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.
Lagt verður aftrat, at ætlanin er at bjóða økið út í fleiri pørtum ella sum eina heildarætlan, har bygt verður í stigum yvir eitt ávíst áramál. Møguleiki verður bæði hjá privatum aktørum og feløgum at bjóða seg fram, tá ætlanin fer í alment útboð.
- Tey, sum eru áhugaði at frætta meira um verkætlanina, eru vælkomin at seta seg í samband við kommununa, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.












