Fara at arbeiða miðvíst fyri at varðveita staðarnøvn

Runavíkar býráð fer nú miðvíst at arbeiða fyri, at staðarnøvnini í teimum fimtan bygdunum í kommununi verða skrásett í kortskipan

Á fundi hóskvøldið 28. februar samtykti Runavíkar býráð, at tað nú skal farast undir miðvíst átak fyri at tryggja, at øll staðarnøvnini í teimum fimtan bygdunum í kommununi verða skrásett í kortskipan. Hetta ætlast at verða gjørt í kortskipanini hjá Munin, sum kommunan eisini nýtir í øðrum sambandi.

 

Í tilmælinum til býráðsfundin í gjárkvøldið varð sagt, at ymiskt er gjørt fyri at varðveita søgu og samleika hjá ymsu bygdunum. At hvørjari bygd er knýtt ein ørgrynna av staðarnøvnum og kann vandi vera fyri, at staðarnøvnini – um tey ikki verða skrásett – fara við teimum eldru

Eftir tilmæli frá mentanarnevndini samtykti býráðið í gjárkvøldið, at tað skal farast undir verkætlan við tí endamáli at tryggja, at staðarnøvn verða varðveitt. Tvey til trý heimildarfólk úr hvørjari bygd skulu taka sær av uppgávuni, og eitt teirra skal hava teknisku ábyrgdina at leggja nøvnini í skipanina. Haraftrat skal eitt ábyrgdarfólk setast at samskipa arbeiðið.

Nú skal umsitingin hjá kommununi taka sær av at finna ábyrgdarfólkini í teimum fimtan bygdunum.

Bygdirnar í Runavíkar kommunu eru Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður, Skipanes, Skálabotnur, Skála, Elduvík, Oyndarfjørður, Funningsfjørður og Funningur.