Fara at ansa væl eftir

Nú er arbeiðsbólkur settur at útgreina fyrimunir og vansar við at lata privat feløg røkja siglingina hjá Strandferðsluni

 

- Vit fara ikki fram eftir fummum, og tað verður bara gjørt, har tað er ein fyrimunur.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna.

 

Herfyri var nógv frammi um at samgongan ætlaði at kanna møguleikarnar fyri at lata privat feløg røkja sigling hjá Strandferðsluni.

Og nú hevur Johan Dahl so sett ein arbeiðsbólk at útgreina málið.

 

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Strandferðsluna, Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, og hann skal vera liðuður við arbeiðið beint eftir nýggjár, um mánaðarskiftið januar-februar.

 

Johan Dahl sigur, at arbeiðsbólkurin skal útgreina fyrimunir og vansar við at lata privat røkja siglingina hjá Strandferðsluni.

Men hann leggur dent á, at tað verður ongin sigling útveitt uttan at tað er ein fyrimunur fyri landskassan og brúkaran.

 

Hann heldur, at kundi ein av stóru farleiðunum verið útveitt, hevði tað havt størst ávirkan.

 Og her er suðuroyarleiðin so nógv tann dýrasta farleiðin.

 

Johan Dahl sigur, at tey hava verið í Álandi og har er Strandferðslan einskilt. Hann sigur, at arbeiðsbólkurin hevur eisini høvið til at leita sær ráð í Álandi.