Fara at ala eystan fyri Nólsoy

Kanningarnar hjá Fiskaaling at ala fisk á víðum havi eru nú komnar so mikið áleiðis, at eftir ætlan verða tveir aliringar lagdir eystan fyri Nólsoy í summar.

Tað skriva teir báðir, Edvard Joensen og Heðin Abrahamsen, í nýggjastu Alitíðindum.

Teir báðir aliringarnir, sum ætlanin er at leggja eystan fyri Nólsoy, verða gjørdir fyrsta dagin. Talan er um ringar, sum eru sterkari enn vanligu aliringarnir.

Eisini verða teir øðrvísi enn vanligu aliringarnir við tað, at nót eisini verður spent yvir teir, og ikki bara undir teimum.

Orsøkin er tann, at aldan eystanfyri sjálvandi er væl hægri enn inni á vanligu aliøkjunum.

- Tí er væntandi, at hon leggur upp um girðingarnar, og fiskur soleiðis sleppur úr ringunum, siga teir báðir.

Orsøkin til, at farið verður til havs at ala er, at tað er farið at treingjast á teimum tøku aliøkjunum undir landi.

- Skal møguleiki vera fyri at menna og víðka um alingina, verður hildið, at einasti vegur er at flyta seg longri úr landi, siga Edvard Joensen og Heðin Abrahamsen.

At ala á víðum havi er eisini ein roynd at finna fram til, hvørja ávirkan tað hevur á ymsar trupulleikar, alivinnan stríðist við í dag, eitt nú lúsatrupulleikan, sum er ein tungur og darvandi faktorur í vinnuni.

- Mett verður, at longri farið verður úr landi, tess størri gerst vatnútskiftingin og tað skuldi so aftur borið í sær, at lúsatrupulleikin helst fór at minka.

Men vist er kortini ikki, at tað ber til at hava fisk í ringunum úti til havs alt árið. So hetta gerst møguliga eitt summarfyribrigdi, har vit, eins og gjørt verður við bøin, stutt sagt summarfriða vetrarbitið undir landi.

Myndin er av økinum eystanfyri Nólsoy, har teir báðir aliringarnir skulu vera.