Í dag byrja upptøkurnar aftur av westernfilminum Rust, 18 mánaðir eftir, at sjónleikarin Alec Baldwin skeyt og drap filmsfotografin Halyna Hutchins undir upptøkunum.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Alec Baldwin fer sjálvur at vera á staðnum, tvær vikur fyri rættarhoyring í New Mexico, har hendingin fór fram.
Har skal gerast av, um hann skal rættarfylgjast fyri eina samveldis ákæru um óviljað manndráp.
Baldwin hevur víst aftur, at hann hevur ábyrgdina fyri, at fotografurin doyði.
Hann sigur, at hann tók skambyrsuna, men at hann ikki trýsti á avtrekkjaran.
Sambært honum var tað Hann agutierrez-Reed, sum hevði ábyrgdina fyri vápninum, og onnur vápnaprofessionel fólk høvu uppgávuni at tryggja, at vápnið ikki var løtt.
Tann við vápnaábyrgdini hevur sagt, at hon kannaði, at tað ikki vóru veruligar patrónur, hon koyrdi í skambyrsjuna. Síðani rætti hon hjálparleikstjóranum, Dave Halls, skambyrsuna.
Halls rætti síðani Baldwin skambyrsuna og segði ið hann, at talan var um ein »kalda pistól« – altso at hon ikki hevði spreingievni í sær.
Dave Halls var ákærdur fyri eitt minni lógarbrot, men hevur gjørt semju.
##med2##
##med3##
##med4##
/ritzau/














