Fara aftur til arbeiðis í Skopun í morgin

- Í morgun hava vit keypt 29 tons av toski og hýsu á uppboðssøluni, og ætlanin er at fara til arbeiðis á virkinum í Skopun í morgin, sigur Martin Olsen.

 

Í dag veit Martin Olsen, sum seinastu 20 árini hevur staðið á odda fyri flakavirkinum í Skopun, at siga, at tey í morgun hava keypt tilsamans 29 tons av fiski á uppboðssølu til framleiðslu á virkinum í Skopun.

- Hetta er toskur og hýsa, og ætlanin hjá okkum er at senda boð eftir arbeiðsfólkinum at møta til arbeiðis í morgin. Vit plaga at lættsalta toskin, og hýsan fer fyri tað mesta til portiónir, og onkuntíð verður hon skorin til flak, sigur hann.

Martin Olsen fegnast um, at virksemið, sum verið hevur í Skopun í nógv ár, nú kann takast upp aftur, og eins og eigarin av virkseminum, Óli Nattestad, heldur hann, at framleiðslan á virkinum kann fáast at hanga saman.

Avbjóðingin er enn sum áður ráfiskurin.

-  Vit skulu helst upp á eini 4.500 til 5.000 tons um árið, um hampiligur rakstur skal fáast í framleiðsluvirksemið, sigur Martin Olsen, sum hevur havt nógv við Óla Nattestad at gera, síðan tað kom upp á tal, at hann vildi keypa virksemið í Sandoynni.