Nú leygarkvøldið verður skipað fyri eini stórari grannaveitslu uppi í Hoyvík. Tað eru nú 25 ár síðani, at byrjað varð við teimum gomlu bygdaveitslunum uppi í Hoyvík, men hesar veitslurnar duttu niðurfyri eftir nøkur ár. Nú verður so skipað fyri eini grannaveitslu fyri 1. og 2. útstykking ? hetta eru tey, sum búgva undir Vegnum Langa.
? Fyri 25 árum síðani høvdu vit bygdaveitslur í Hoyvík. Tær nýggju útstykkingarnar fóru í gongd, og vit vóru øll fremmand fyri hvørjum øðrum, greiðir Katrin Dahl, sum er ein av fyriskiparunum, frá.
? Tá byrjaðu vit við bygaveitslum. Soleiðis komu vit at kenna hvønn annan, og vit vórðu samanrist.
Katrin Dahl sigur tó, at so hvørt sum Hoyvíkin helt áfram at vaksa, datt hetta við bygdaveitslu niðurfyri, tí økið gjørdist so stórt, og ringt var at halda tamarhald á øllum.
? Nú hava øll grannaløgini í Hoyvík grannaveitslur. Tey inni á Flat, millum Gilja, inni á Gøtu, tey hava øll sínar egnu veitslur, og tí hildu vit, at tað var hóskandi at vit fóru at hava okkara egnu.
Aftur á slóðina
Leygarkvøldið verður so farið »Aftur á slóðina«, sum tey nevna veitsluna, uppi í Hoyvík.
? Eg havi varhugan av, at hetta fer at verða ein succes, sigur Katrin Dahl. ? Vit hava fingið nógvar fyrispurningar, og áhugin fyri veitsluni er stórur.
Grundin til, at farið verður undir eitt slíkt tiltak, sigur Katrin er, at samanhaldið í grannalagnum vantar. Soleiðis kunnu øll aftur koma at kenna hvønn annan, og øll tey, sum hava búð uppi í Hoyvík í 25-30 ár kunnu eisini koma í samband við tey nýggju fólkini.
Veitslan verður hildin júst sum bygdaveitslurnar vórðu hildnar fyri 25 árum síðani. Tey, ið ynskja at vera við, skulu tekna seg. Uppi í skúlanum í Hoyvík verður so borðreitt.
? Breyð, smør og sild verður sett á borðið, og harafturat hava so skulu tey, ið verða við hava ein rætt við, soleiðis, at tað verður til eitt stórt sjálvtøkuborð, har vit kunnu bjóða hvørjum øðrum til borðs.
Lokalt undirhald, skemt og sangur er á skránni og aftaná verður dansur. Bæði føroyskur og eisini kemur onkur at spæla til dans seinni.
Katrin Dahl sigur, at um undirtøkan er nóg góð, so kann tað væl vera, at hetta gerst eitt afturvendandi tiltak. Hon vónar, at onkur ung kanska fara at taka yvir og skipa fyri hesum aftur í framtíðini.
? Men nú vil eg fyrst og fáa hesa veitsluna væl frá hondini fyrst, sigur Katrin Dahl at enda.










