Fara aftur í kirkju sunnudagin

Fyrsti sunnudagur í advent er komandi sunnudag, og tá verður aftur farið í kirkju

Koronufarsóttin hevur eisini órógvað kirkjugongdina seinastu vikurnar, tí fólkakirkjan hevur vilja gjørt alt hon kann, til tess at steðga smittuni. Tilmæli hava verið um, at ongar gudstænastu skuldu haldast, men nú er ætlanin, at leiðslan kemur við einum kirkjuligum tilmæli fríggjamorgunin 26. november 2021.

 

Fólkakirkjan skrivar, at landsins myndugleikar hava tikið eina nýggja støðu við atliti at Covid-19 og tilmælum. Nýggi almenni leisturin – koronapass ella prógv um negativt úrslit av Covid-19 kanning – er ein avbjóðing fyri hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.

 

– Tað liggur djúpt í fólkakirkjunnar siðvenju, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjunnar dyr. Setningarnir eru kendir. Høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjugáttin skal vera lág, so øll kunnu koma inn í kirkjuna bæði fysiskt, moralskt og etiskt. Eftirlit við kirkjudyrnar er ikki siðvenja í heimligum jørðildi, skriva bispur og próstur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

 

Teir siga víðari,a t leiðslan fer at nýta hesa vikuna til at umrøða støðuna saman við tí kirkjuliga landslagnum. Fyrisitingarliga grundhugsjónin í fólkakirkjuni byggir á fólkaræði.

 

– Leiðslan í fólkakirkjuni hevur fult álit á kirkjuráðunum, tænarunum og prestunum eisini hesa komandi vikuna. Mælt verður til, at kirkjunnar tænastufólk umsita tænastuna í kirkjuni samsvarandi andanum í teimum kirkjuligu tilmælunum frá 3. november 2021. Fríggjadagin 26. november kemur eitt nýtt kirkjuligt tilmæli frá leiðslu kirkjunnar. Við bøn um Guds signing yvir land og fólk, skrivaðu teir báðir, Jógvan Fríðriksson, biskupur og Uni Næs, próstur, í síðstu viku.