Fara aftur at venja á Dramaverkstaðnum

Dramaverkstaðið fyrireikar seg til komandi ársskeið, og tilmeldingin er byrjað inni á heimasíðuni hjá Dramaverkstaðnum.

 

– Áhugasjónleikur millum børn, ung og vaksin blómar í Føroyum, og tað sæst aftur í teim nógvu pallunum, vit hava kring landið, har nógv ung sleppa framat at royna seg – og klára seg sera væl, sigur Dramaverkstaðið í Havn í tíðindaskrivi.

 

Innan filmslistina eru eisini boð eftir fólki, bæði ungum og tilkomnum, og eggjar hetta til at læra seg kynstrið at standa á palli og at hækka støðið leiklistarliga.

 

– Fyrst í september fer Dramaverkstaðið at boða frá, hvørjar dagar og klokkutímar vant verður, og øll sum hava søkt inn, fáa boð. Tá allir bólkarnir eru skipaðir, verða einstøku venjingartíðirnar at síggja á heimasíðuni hjá Dramaverkstaðnum.

 

Tilmelding til drama og sjónleikarskúlan á Dramaverkstaðnum er í gongd, sum lýst í bløðunum, facebook og heimasíðuni www.dramaverk.net