Aftur í ár verður skipað fyri Runutusk, sum er ein øðrvísi og avbjóðandi forðarenning á Eystanstevnu í Runavík, har ein og hvør hevur møguleikan at bjóða sær sjálvum og øðrum av.
Teinurin í Runutusk er ein umleið fimm kilometrar langur við Toftavatn, har luttakararnir skulu tuska á einari breyt við alskyns forðingum á grasi, grúsi, runu og í vatni.
Forðarenningin er væl egnað til tey óroyndu, sum kunnu bjóða sær sjálvum øðrum av, men eisini tey royndu, sum síggja seg før fyri at bjóða øllum somlum av og kappast um vinningar.
Kappingin er býtt upp í aldursbólkar, og eisini í bólkarnar einstaklingar, lið, fyritøkur og ein opnan bólk fyri tey, ið ynskja at fullføra teinin í egnari ferð og uttan at kappast.
Luttøkugjaldið er ímillum 300 og 350 krónur alt eftir hvørjum bólki ein velur at luttaka í. Atgongumerkini fáast til keypst á atgongumerki.fo.
Kappingin verður á Eystanstevnu nú leygardagin 13. juni, og tilmeldingarfreistin er hóskvøldið kl.23. Meiri er annars at lesa um Runutusk á heimasíðuni runutusk.fo
Skráin
Kl. 08.00: Børn 10 - 13ár
Uml. kl. 08:30: Ung 14 - 17ár
Uml. kl. 09.00: Einstaklingar
Kl. 10.00: Gjøgnumfør
Kl. 19.00: Lið kapping
Kl. 20.00: Fyritøkur
- Tíðirnar kunnu verða broyttar fyri at tiltakið koyrir optimalt og at tryggja fjarstøð