Fara aftur at tjalda mitt í býnum

Aftur í ár verður tjaldað á Akursmørk

Tjaldingin á Summar Festivalinum verður aftur í ár mitt á festivaløkinum – á sama staði, sum hon var í fjør.

 

- Nýggja tjaldøkið, sum liggur á Akursmørk í miðbýnum í Klaksvík, hevur roynst sera væl, og tí verður hetta økið aftur í ár latið tjaldarunum at ráða yvir, skriva fyriskipararnir.

 

Umframt møguleikan at gista í tjaldi verður eisini skipað fyri ymiskum tilboðum til tjaldararnar – eitt nú heitir pottar, matsøla og framførslur. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.