Fara aftur at taka ódnartøk í Havn

Leygardagin verður aftur kappróður á stuttum teini í Havn

Annað umfar í Heystkappingini í Ódnartøkum verður í Havn nú leygardagin klokkan 13.

 

Hesa ferð eru tríggjar manningar við, sum ikki vóru við seinast. Tæ eru vinnadi barnamanningin hjá gentum 2014, Firvaldur av Tvøroyri, føroyameistarin, Kvívíkingur, og Knørrur, sum báðir eru 8 mannafør.

 

Í fyrsta umfari vóru nógvir róðrar sera javnir og spennandi og tá tók tað 1 tíma og 40 minuttir at avgreiða teir 21 róðrarnar, sum eru sera áskoðaravinarligir.

Róð verður framman fyri Bacalao á Vestaruvág.

 

Róð verður 140 metarar, sum svarar til umleið 25-30 tøk, so alt er ein langur spurtur. Hvør manning og bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag.

Tann, sum hevur klárað seg best hvønn dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.

 

Raðfylgjan og starttíðirnar fyri hvønn róður eru hesar:

1. umfar 2. umfar 3. umfar

Barnaróður gentur: kl.13.00, kl.13.35 kl. 14.10
 5. Mannafør gentur: kl. 13.05, kl. 13.40 kl. 14.15
 6. Mannafør menn: kl. 13.10, kl. 13.45, kl. 14.20
 8. Mannafør: kl. 13.15, kl. 13.50, kl. 14.25
 5. Mannafør dreingir: kl. 13.20, kl. 13.55, kl. 14.30
 6. Mannafør kvinnur: kl. 13.25, kl.14.00, kl. 14.35
 10. Mannafør: kl. 13.30, kl. 14.05, kl. 14.40

 

Tær tilmeldaðu manningarnar og stigini tær hava higartil, eru hesar:

BarnaróðurGentur
Firvaldur 0 stig
Hvassi 7 stig
Pílurin 6 stig

5. Mannafør gentur
Blikur 5 stig
Silja 7 stig
Drekin 6 stig
Jallurin 4 stig

6. Mannafør menn
Gongurálvur 0 stig
Lómur 5 stig
Herningur 7 stig
Rádni 6 stig
Jarnbardur 4 stig

 

8. Mannafør
Kvívíkingur 0 stig
Miðvingur 7 stig
Argjabáturin 7 stig
Knørrur 0 stig

5. Mannafør dreingir
Blikur 7 stig
Jallurin 6 stig

6. Mannafør kvinnur
Sølmundur 5 stig
Rádni 7 stig
Sundabáturin 6 stig

10. Mannafør
Havnarbáturin 5 stig
Ormurin Langi 7 stig
Drekin Reyði 6 stig

 

Si myndir frá seinasta ódnartaki við at trýsta HER