Ullvirkið
Ullvirkið í Vági fer nú aftur at taka ímóti ull.
Í tíðindaskrivi sigur ullvirkið, at tað fer at lata upp til 10 krónur fyri kilo av turrari, vælskildari ull. Prísurin er eftir, hvønn lit, ullin hevur, fyri hvíta ull verður latið seks krónur kilo, fyri gráa ull, tvær krónur kilo, fyri myrkamorreytt, fýra krónur fyri kilo, fyri ljósamorreytt, 10 krónur fyri kilo og fyri óskilda ull fýra krónur fyri kilo. Fyri vrakull er ongin prísur.
Ullvirkið sigur, at ullin verður latin í býti við vøru frá ullvirkinum eftir omanfyrinevnda prísi.
Eigarin ber sjálvur kostnaðin av flutninginum til ullvirkið.Goldið verður fyri nettovekt og hvør sekkur skal merkjast týðiliga við avsendara. Tikið verður ímóti ull frá 1. august til 1. oktober.
Í bløðunum í gjár lýsti Ullvirkið eftir fólki til ullmóttøkuna.
Àrni Brattaberg sigur, at hesi fimm árini, síðani ullvirkið byrjaði, hava víst, at tað ber til at gera mótavørur burturúr samfingnari, føroyskari ull.
Men prísurin á ullini er beinleiðis tengdur at, hvat fæst burtur úr ullini og tað er bara í Íslandi og í Noregi, at ullin gongur í góðum prísi, men tað er tí at har verður stuðul latin.
?Alla aðrastaðni í Evropa er hann so vánaligur, at tað er ikki fyri meiri enn fyri útreiðslur til royting.
Ullvirkið hevði vónað, at landið fór at skipa fyri eini innsavning av ull, men tað eru ongi útlit fyri, at tað verður til nakað, tí fer Ullvirkið sjálvt undir eitt átak nú í summar.