Fara aftur at leita í morgin

Seinnapartin í dag fekk Vága Bjargingarfelag fráboðan um, at eitt hvørt lá inni við land norðan fyri SEV-linjuna í Vestmannasundi, men tá skjóttgangandi bátur kom á staðið, vísti tað seg, at hetta var ein nylonkveylur, sum lá í sjónum. Fráboðanin, sum kom til Vága Bjargingarfelag, var sambært Vágaportalinum, at okkurt ljóst lá og fleyt í sjónum. Beinanvegin mannaði Vága Bjargingarfelag ein skjóttgangandi bát við trimum monnum, og ein maður gekk fram við landi.

- Men, tá teir komu til hetta, vísti tað seg at vera ein nylonkveylur, sum lá í sjónum, skrivar heimasíðan.

Sambært løgregluni og MRCC Tórshavn, sum Portalurin tosaði við fyri løtu síðan, er einki nýtt í málinum um, hvar Rógvi Jacobsen er.

MRCC Tórshavn sigur í kvøld, at líkindini til leiting hava verið vánalig í dag, og tí hevur heldur eingin skipað leiting verið, undan tikið tað átak, sum Vága Bjargingarfelag hevur tikið sær av í dag.

- Tyrlan hjá Atlantsflogi hevur tó gjørt tveir túrar í sambandi við nevndu fráboðan. Teir gjørdu fyrst ein túr um 16-tíðina - og síðan ein túr aftrat um 17-18-tíðina í dag. Fyrr í dag vóru ikki líkindi hjá tyrluni at leita, og orsøkin til, at tyrlan gjørdi tveir túrar við lutfalsliga stuttum millumbili, var, at tyrlan fleyg eina rutu, tá líkindini seint seinnapartin gjørdust so fræg.

MRCC Tórshavn sigur, at tyrlan fann einki á báðum sínum ferðum í dag, og ikki er greitt, um kveylurin, sum Vága Bjargingarfelag fann, júst varð tað, sum fráboðanin snúði seg um.

- Nei, tað vita vit ikki við vissu, sigur MRCC Tórshavn í kvøld.

Sjóbjargingarstøðin veit annars at siga, at nú líkindi síggja nakað betri út, fer Vága Bjargingarfelag undir leiting eftir Rógva Jacobsen aftur stundisliga í morgin.