Fara aftur at leita eftir Pidda í morgin

Klokkan 9 í morgin, sunnumorgunin, verður aftur farið at leita efitr Pidda Hansen úr Runavík, sum hevur verið saknaður síðani seinasta leygardag. Vit skrivaðu fyrr í kvøld á Portalinum, at skipaða leitingin varð steðgað, og at politiið fer at taka samanum mánamorgunin. Men leitað verður tó framvegis.

Í morginári, sunnumorgunin klokkan níggju, verður møtt við Brandstøðina í Runavík, har Sunnleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari, skipar fyri leitingini saman við sjálvbodnum. Farið verður at leita í haganum í økinum við Runavík.

Fleiri fólk hava leitað í Runavík og har um leiðir, í neystum og í úthúsum, har fólk ikki dagliga eru, men tann leitingin hevur ikki givið úrslit. Men úr Runavík siga tey, at tey vilja halda fram við leitingini, og at sjálvboðin møta við Brandstøðina í Runavík klokkan 9, har Sunnleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari skipar fyri leitingini.

Seinast Piddi Hansen við vissu er sæddur, er síðsta leygardag við hús um 16:30 tíðina.