17. mai fáa oljufeløg aftur møguleikan at bjóða upp á loyvi at leita eftir olju við Føroyar. Tað boðaði Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum frá á oljustevnu í Stavanger, sambært oljan.fo.
Hetta er fjórða útboðið síðani 2000 og hetta umfarið verður opið í níggju mánaðir. Tað vil siga at á várið 2018 verður greitt, hvør fær loyvi at leita eftir olju við Føroyar og hvar.