Hesa vikuna hava koronukanningarnar í Havn verið í skúlanum á Argjahamri, sum hesa vikun hevur stongdur vegna koronusmittu millum lærarar og næmingar.
Men tað verður bara í dag afturat, tí í morgin flyta kanningarfólkinum út aftur á Eystaru Bryggju.
Tað eru ávísar avbjógingar á bryggjuni, tí har er so nógv ferðsla bæði av skipum, bingum og maskinum á bryggjuni. Men fólk hava latið sera væl at, tí tað er so ómakasleyst at koma við fólki, sum kunnu vera sitandi í bilinum tá tey verða kannað.
Men í morgin verður so aftur kannað sum áður, í bilum á Eystaru Bryggju í Havn.










