Fara aftur at ganga og renna um alla Vágoynna

Í ár verða eini 700 fólk við

Aftur í morgin, leygardagin, fara tey at ganga og renna úr Gásadali í kirkjuna í Sandavági og síðani í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Hetta er tað tey kalla Føroya vakrasta hálvmaraton og í ár vera eini 700 fólk við.

 

Í fjør var tiltakið eitt tykistiltak – eitt virtuelt tiltak, men kortini eydnaðist at lata krabbameinsfelagnum 33.000 krónur í stuðuli, umframt at Berin eisini fekk ein part av stuðlinum. Berin er eitt tiltak, sum hjálpir børnum, sum hava mist ein av sínum næstringum, og foreldrum, sum hava mist eitt barn. Fyrireikararnir siga, at aftur í ár verður ein partur av luttøkugjaldinum latin Krabbameinsfelagnum í stuðuli.

 

Startskotið verður latið av í Gásadali klokkan 10 í morgin ári og vatn er at fáa fleiri staðir á rutuni, men annars eru fólk við upp á egnu ábyrgd. Annars standa vegvísarar fram við vegnum og á málinum er frut og vatn at fáa.