Fara aftur á pall – eftir ein steðg í átta ár

Teir taka pallin í ítróttarhøllini á Hálsi yvur, tá ið Anastacia hevur takkað fyri seg

Tann 19. november fer ein av best umtóktu, føroysku, tónleikabólkunum aftur á pall – og tað er fyrstu ferð síðani 2014. Tað verður nevniliga bólkurin, All That Rain, sum tekur yvir í ítróttarhøllini á Hálsi, tá ið heimsstjórnan, Anastacia, er liðug við sína konsert – og fyrireikararnir siga, at teir fara at spæla náttina á tamb.

 

All That Rain spældu til dans kring alt landið, og tað var ein av best umtóktu dansibólkunum eftir aldarskiftið. Bólkurin hevur havt fleiri limir, men teir, sum í høvuðsleitum mannaðu bólkin, vóru Henning Hjalt Nicodemussen, trummur, Jens Tummas Næss, Bass, Jóhan Ziskason, gittar og Rókur Jákupsson Jakobsen, sang og gittar.

 

 – All That Rain var ein serliga væl smurd tónleikamaskina. Teir hjúklaðu um smálutirnar í tónleikinum, og samstundis settu teir sítt egna fingramerki á løgini, teir spældu.