Í gjárkvøldið lótu vágbingar jólasølustevnu upp í ítróttarhøllini vesturi á Eiðinum. Tað er Vágs Bóltfelag, ið samskipar tiltakið, og høvuðsstuðul er Suðuroyar Sparikassi.
Hesaferð eru 24 básar í høllini. Á fleiri teirra eru sølufyritøkur úr miðstaðarøkinum. Nevnast kunnu Gummibátatænastan, Benetton, Jallur og Reyni Service. Í sambandi við stóra tiltakið hevur VB latið forvitnisligt lýsingarblað úr hondum. Tað er borið í hvørt hús í oynni.
Onkuntíð hevur presturin í bygdini sett stevnuna, men í gjárkvøldið setti stjórin á Suðuroyar Sparikassa, Mikkal Sørensen, stevnuna. So sigast má, at stevnusetanin nú í størri mun stendur mát við tiltakið, sum jú er eitt sølutiltak. Kortini er klerikala ískoytið ikki heilt burturbeint. Sunnukvøldið fer Elsa Funding, sóknarprestur, at taka saman um og enda stevnuna.
Sølustevnurnar hava stóran fíggjarligan týdning fyri VB. Fyrireikararnir vóna, at tiltakið verður væl vitjað. Á undanfarnu stevnunum hevur undirtøkan verið heilt góð. Ikki minst tá stevnudansurin hevur verið. Í ár fer Berg & Jacobsens Dansiorkestur at spæla bæði í kvøld og leygarkvøldið.









