Far á val í dag

Bjarti Mohr
býráðslimur, Fólkaflokkurin

Góði borgari í Tórshavnar Kommunu.
Tað er ógvuliga umráðandi at tú fer á val í dag og verður við til at velja komandi Býráð í Føroya stórstu kommunu. Tað er nevnliga soleiðis at bert vit her í kommununi kunnu skapa okkara egna lívsgrundarlag. Eingin annar kemur og ger tað fyri okkum. Vit hava eitt gott og sterkt vinnulív sum skapar arbeiðspláss hvønn einasta dag. Vit hava ein góðan almenn-an sektor sum eisini skapar arbeiðspláss til fleiri fólk bæði innanfyri og uttanfyri kommununa. Vit hava góðar sosialar karmar fyri tey sum hava hjálp fyri neyðini. Ikki alt er loyst enn á hesum øki. Men við felagsarbeiði og áræði vil Tórshavnar Kommuna megna at loysa flestar av hesum uppgávum.
Hugsa um at 40% av Føroya fólki býr í Tórshavnar Kommunu. Hugsa um hvørjar møguleikar hetta gevur fyri virksemi, lívsinnihaldi og møguleikum fyri teg og børn tíni.
Lat Tórshavnar Kommunu vera miðdepilin og kraftsentrið í Føroyum.
Seti X við lista A - Fólkaflokkin