Nú havi eg ikki sæð nakað ítøkiligt uppskot um bann av striptease, men sum so ofta hjá Jenisi, so líkist hetta einari politiskari útgávu av moralskum snerparíi.
Jenis vísur á, at í Íslandi eru ringar royndir av stripklubbum. Og har endaði tað eisini við, at strippklubbarnir endaðu sum verulig skøkjuhús. Tað hoyrdi eftir øllum at døma til eitt altjóða ríkmannaumhvørvi, sum íslendingar vildu vera partur av. Men tað kann als ikki samanlíknast við umstøðurnar í Føroyum. Tað fer einki einstakt stripshow á einum dansistaði í Havn at føra til skøkjuhús her.
Jenis vísur á, at striptease er ein glíðubreyt, sum kann føra til skøkjulevnað. Eftir øllum at døma hevur Jenis einki ímóti striptease í sær sjálvum, men hinvegin skøkjulevnaði, og so er at fara beint til kjarnuna í trupulleikanum. Vit hava einki bann ímóti keypi av seksuellum tænastum í Føroyum. Lat okkum so heldur kjakast um tað, og kanska fáa eitt slíkt bann innført her á sama hátt, sum tey hava gjørt og umhugsa at gera aðrastaðni.
Spurningurin er, hvar markið gongur fyri erotiskum dansi. Hvussu nógv klæði skal mann verða í fyri at hava loyvi at dansa. Hetta er snerparí, og eg dugi ikki at síggja nakra verðsins grund til at steðga einstøkum stripshowum á náttklubbum í Føroyum.










