Far tá tú einki kann geva meir

Eftir fimtan árum í nevndini hjá Føroya Banka valdi Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, at leggja frá sær á aðalfundinum fríggjadagin - Tú skal verða so leingi í einari nevnd, sum tú merkir tú kanst geva eitt íkast. Tá tú ikki kennir tað meiri, er tíð at fara burturúr.

Tað sigur Jóhan Páll Joensen, nú fyrrverandi nevndarformaður í Føroya Banka.

Hann kennir, at hann nú hevur givið bankanum tað, hann kann, og tí hevur hann valt at leggja frá sær.

- Men hetta er ikki nakað nýtt. Eg havi hugsa um at lagt frá mær seinastu fimm árini, men tað hevur altíð verið onkur annar í nevndini, sum er givin. Í fjør var støðan so, at privatiseringin stóð fyri durum, og tá næstformaðurin valdi at leggja frá sær metti eg, at tað fór at ávirka tilgongdina ovn ógv, um eg eisini segði meg frá, sigur Jóhan Páll Joensen.

Hesi fimtan árini hevur Jóhan Páll Joensen upplivað bæði aldudalar og ?toppar.

- Tað truplasta var fyrsta tíðin. Serliga trupult var at siga fólki úr starvi. Hinvegin má sigast, at vit nú í dag kunnu lata ein banka frá okkum, sum er í góðum standi, og tað eri eg ógvuliga fegin um, sigur Jóhan Páll Joensen.

Hann vísir á, at bankin hevur gottgjaldføri og góðan solvens, og er annars væl brynjaður til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman.

- Eg eri væl nøgdur við gongdina, sum hevur verið hesi fimtan árini. Nú er tað altjóðagerðin, sum stendur fyri framman, og bankin er mitt í hesi tilgongdini. Tað kundi sjálvandi verið spennandi at verið við til hetta eisini, men eftir fimtan árum er tíðin komin at lata onkran annan sleppa framat, sigur Jóhan Páll Joensen við Rás2.