- Far aftur til samráðingar

Danski forsætisráðharrin ásannar, at eitt møguligt ES boykott rakar mitt niður í ríkisfelagsskapin.

- Danmark hevur einki annað val enn at fylgja ES. Eisini í einum møguligum boykotti móti Føroyum, sigur Helle Thorning-Schmidt við Miðlahúsið.

Tí kann avleiðingin vera, at ein partur av ríkisfelagsskapinum kemur at fremja sanktiónir móti einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum.

Sambært forsætisráðharranum fer Danmark at atkvøða ímóti, um ella tá sanktiónirnar koma til atkvøðugreiðslu í ES.

Men meirilutin ræður. Og tá Maria Damanaki hevur meirilutan aftanfyri seg, so fær fiskivinnukommisserurin eisini undirtøku fyri at seta í verk tiltøk móti Føroyum, um ella tá málið kemur til atkvøðugreiðslu.

- Danmark kann tí ikki gera annað enn at arbeiða aktivt fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt.

Forsætisráðharrin sigur í samrøðu við Miðlahúsið, at hon vil gera alt fyri at fáa ES at sleppa hóttanunum um boykott og taka uppaftur samráðingarnar.

Hoyr samrøðu við Helle Thorning-Schmidt her: