Fantastiskt undirhald á ólavsøku

Tú er við beinanvegin, tá tær seks trína á pall í ólavsøkukabarettini.

 

Kabarettin er sum lovað, speirekandi, stílfull og stuttlig. Sjálvandi fáa politikararnir sítt, men tað er gjørt á ein stílfullan hátt. Hvørt fær hvat kunnu fólk sjálvi uppliva, men sigast má, at ein sketsj sum »Bad« var framúr góð, ikki minst við frálíka sanginum.

 

Í heila tikið ber kabarettin fleiri sangir, sum ikki bert falla væl í oyruni, men sum eisini eru framúr væl yrktir.

 

Kabarettin fór upp at koyra við byrjunar sketsjuni, og hon fall ongantíð gjøgnum góða tíman, sum ólavsøkukabarettin í ár varar.

 

Tað er týðiligt, at koreografurin hevur sett sítt fingramerki á kabarettina, sum tær seks leika so lætt. Ikki minst í byrjunarsktsjini er nógv gjørt butur úr koreografiini, sum Kristina Ougaard Sørensen hevur staðið fyri.

 

Tað var stúgvandi fult til frumframsýningina í gjárkvøldið, og øll fóru vælnøgd út aftur. Og tað kundu tey sanniliga eisini, tí alt gekk upp í eina hægri eind, frálíka spælið, speirekandi og stingandi replikkirnar og ikki minst sangurin og koreografiin.

 

Eingin ólavsøkukabarett var í fjør, men tað verður ríkiliga viga upp ímóti í ár. Eitt frálíkt upplivilsi, sum uttan iva bara gerst betri, fleiri sýningar tær seks, Barbara Hentze í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa í Dali, Mariann Hansen, Marita Svartá og Rakul Thomsen fáa aftur um seg.

 

Sýningar verða aftur í dag, klokkan 20 og 22.