– Fantastiskt og spenandi upplivilsi

Tað sigur Jákup á Borg um granskingarferðina hjá Magna Mohr og Lars Nybo í Katar. Ein partur av tíðini var spæl og hugni, men tað var ikki bara sum at siga tað at verða royndarpersónur hjá Magna og Lars

B36 framherjin var ein av teimum, ið var við á ferðini í Katar og var royndarpersónur í kanningini hjá Magna Mohr og Lars Nybo.
– Tað var heilt fantastisk og spenn­andi at verða við til. Fyri tað fyrsta so er Katar heilt fantastiska flott og umstøðurnar hjá okkum vóru framúr, sigur Jákup á Borg.
Hóast leikararnir millum ann­að sloppu at huga sær við smærri akførum í nógva sandinum, so var eisini neyðugt at bíta tenninar saman av og á.
– Vit blivu kannaðir fyri alt møguligt. Millum annað skuldi vit hava ein lítið tól upp í bakpartin fyri at máta kropstempraturin. Eg var ein av teimum fyrstu, ið skuldi fáast við hetta og tað var ringt at fáa upp á pláss, sigur ein flennandi Jákup á Borg.
– Tað vísti seg so, at teir høvdu gloymt at givið mær glíðikrem. Aftaná tað so gekk betri. Til end­ans haldi eg bara at leikararnir vandu seg við allar royndirnar, ið skuldu takast, leggur Jákup á Borg afturat.
– Ein stuttlig hending var við Herberti í Lon, sum avgjørt ikki er nøkur »tøs«, sum Jákup málber seg og forklárar víðari. – Hann skuldi sjey ferðir hava tikið royndir av vøddinum og eg haldi at seks ferðir raktu tey onkrar nervar, ið gjørdu at hann fekk óvanliga ilt, sigur Jákup á Borg og smáflennur.
– Í eini av kanninginum, ið vit gjørdu skuldu vit spurta í ein­um klimarúmi. Ùrslitið vísti, at Odmar Færø var skjótastu á liðnum hjá okkum, fortelur Jákup víðari
Tað blivu spældir tveir dystir á túrinum. Ein í Aspire-høllini, har hitin var settur til 20 hitastig og seks dagar seinni á einum vølli út í 42 hitastigum.
– Tað var so bakandi heitt til seinna dystin, men eg haldi faktist ikki at tað var so gali at spæla í mun til tað eg roknaði við, sigur Jákup á Borg.
Magni Mohr hevur í samband við kanningina lagt dent á, at tað er týdningarmikið at nýta nakrar dagar at venja seg við hitan.
– Tað var stórur munur á fyrstu dagarnar í Katar og so seinni aftur. Onkur av teimum ting­inum vit gjørdu seinastu dagarnar á túrinum høvdu vit als ikki makta at gjørt fyrstu dagarnar, sigur Jákup á Borg.
At enda leggur Jákup á Borg afturat, at hann heldur tað verða fantastiskt at slíkar granskingar­royndir verða gjørdar og at tær avgjørt kunnu koma at gagna bæði føroyskum fótbólti og fót­bólti sum heild.
Enn eru øll úrslitini ikki komin til høldar í kanningini. Leikararnir hava tí heldur ikki fingið úrslitini aftur enn. Nakað, ið Jákup sigur seg gleða seg nógv til.