"Fantastiskt - og pápi jublar...!"

Joan Johansen á Argjum tryggjaði í kvøld pápa sínum 300.000 skattafríar krónur í Gekka-spælinum.

 

Tað var Joan Johansen á Argjum, sum slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Pápin, Ingemar Johansen hevði fingið fulla plátu, og hann hevði valt dóttrina sum fjarritara.

Og tað var eitt gott val.

Ingemar Johansen valdi at býta høvuðsvinningin á tilsamans 900.000 krónur í teir tríggjar leyparnar við 300.000 skattafríum krónum í hvørjum leypi.

Hetta eydnaðist eisini til fulnar og uttan hóvasták.

Longu í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á reyða leypinum við 300.000 krónum í, og her valdi fjarritarin sjálvsagt at steðga.

Aftan í telefonini hjá Joani Johansen hoyrdist nú gleðisróp, og tað skiltist, at fagnaðurin innanveggja var stórur. 

Joan Johansen hevði tryggjað pápa sínum 300.000 krónur eftir ongari løtu.

- Hatta var fantastiskt, og pápi jublar!

Ja, hvat skuldi hann annað gera, tí eftir ongari løtu hevði dóttirin sum fjarritari tryggjað Ingemari Johansen 300.000 krónur eftir ongari løtu.