Fantastiskt í Nuuk

Eftir at hava verið í Nuuk í hálvt ár hevur Joan Waag Høgnesen úr Vestmanna fullkomiliga broytt fatanina av fólkinum í Grønlandi. Hálvan januar í ár las Joan Waag Høgnesen úr Vestmanna í bløðunum um eina føroyska familju, sum leitaði eftir einari føroyskari gentu at koma at passa upp á dóttir teirra, yviri í Grønlandi.

Joan, sum í 2007 var í Ukraina har hon hálpti gøtubørnum, sló til beinavegin ? hetta var ein møguleiki, hon ikki mátti missa! 14 dagar seinni var Joan farin frá arbeiðnum hjá sær á Vestmanna Fiskavirki og stóð nú í kavaklædda Nuuk, púra forvirrað yvir hvat hon hevði rótað seg út í!

Uppfatania av fólkunum í Grønlandi hevur hon fulkomuliga broytt. Áðrenn eg fór avstað, helt eg at Grønland var bara alkohol og elendigheit, men hetta vísti seg at verða ein skeiv mynd eg hevði fingið, sigur Joan, og leggur afturat, at her er fantastiskt at vera í Nuuk. Meira kann lesast í Sosialinum, sum kom á gøtuna í gjár.