- Fantastiskt fyri Føroyar

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fegnast um endurkveikta áhuganum hjá DONG Energy fyri føroysku undirgrundini, ítøkiliga økinum í sonevnda "Gullhorninum" í ein landsynning úr Føroyum.

DONG hevur verið við frá byrjan í føroyskari oljuleiting. Ein broyting í kolvetnislógini frá 2010 letur upp fyri, at feløg sjálvi kunnu bjóða seg fram at gera kanningar í føroysku undirgrundini eftir sonevnda ”open-door” princippinum.

DONG Energy bjóðaði seg fram, og fekk tá avtornaði eisini loyvi at fara inn aftur í øki í ein landsynning úr Føroyum.

- Hetta vísir, at avgerðin um at lata økið upp var røtt. Nú DONG Energy er komið inn í hetta økið eftir open-door princippinum fara Vinnumálaráðið og Jarðfeingi aktivt at marknaðarføra føroyska landgrunnin í eini roynd at fáa onnur oljufeløg at bjóða seg fram, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hoyr samrøðu við Johan Dahl her: