Gunnhild Mørkøre, sum ringdi úr Hoyvík, fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 475.000 krónur, og kvinnan úr Hoyvík valdi at koyra pengarnar í gula leypin.
- Jú, eg eri ógvuliga spent. Tað eru nógvir pengar at vinna. Eg havi ongantíð snarað gekka-hjólinum áður.
Tað segði Gunnhild Mørkøre, áðrenn hon fór í holt við fyrstu royndina at ogna sær góða vinningin.
Bæði í fyrstu og aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum - fyrru ferðina nær við gula leypin.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.
- Fantastiskt, fínasta slag. Túsund takk fyri, segði Gunnhild Mørkøre, sum slapp at royna eydnuna í Gekka-spælinum í kvøld.
Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 500.000 krónur.