Tað eydnaðist púra óvæntað FCK at vinna á sterka franska liðnum, Lille, í Parkini í kvøld.
Heimaliðið stóð einki aftan fhyri gestirnar í fyrra hálvleiki, og stutt fyri hálvleik setti Cesar Santin høvdið í eitt innlegg úr høgru, sum umvegis stongina fór í netið.
Undan tí hevði dagsins maður, málverjin hjá FCK, Johan Wiland, bjargað einum brotssparki frá franskmonnunum.
Tað merkir, at FCK hevur rættiliga góð kort á hondini undan seinna dystinum í Lille um eina viku.
Hini úrslitini í undandystunum í kvøld vóru:
Spartak Moskva-Fenerbache 2-1
Basel-CFR Cluj 1-2
Helsingborg-Celtic 0-2
Mönchengladbach- Dynamo Kiev 1-3