Drama og spenningur hava tað ikki verið so nógv av í dag, tá ið hugsað verður um kapping millum fremstu bátarnar.
Spenningur var fyri allar pengarnar, tá ið 8-mannaførini kappaðust.
Tveir teir fremstu bátarnir fóru um málið borð um borð og stavn um stavn.
Hjá Argjabátinum leyp ein stavnur ella kanska minni enn tað av.
Argjabáturin vann beinanvegin ein skut. Tá ið málið varð hálvrógvið gjørdi Nevið Reyða ein vørr, og tá var tað mest sum stavn um stavn, hóast Argjabáturin var undan.
Tað var hann inntil í endaspurtinum. Tá legði Nevið Reyða til aftur, og so fóru kappingarneytarnir báðir skúmandi fram ímóti málinum.
Nú hava Nevið Reyða og Argjabáturin vunnið tveir róðrar í part, og FM spenningurin er so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera.
1 Argjabáturin 4.46.31
2 Nevið Reyða 4.46.37
3 Miðvingur
4 Sjóriddarin