- Fantastiskt

Tað sigur liðskiparin og matchvinnarin hjá Skála um sigurin á B68

Pætur Dam Jacobsen skoraði einsamalla málið, tá Skála í kvøld vann botndystin í Effodeildini móti B68. Málið kom tjúgu minuttir fyri tíð og ger, at Skála nú er trý stig framman fyri B68, sum liggur aftast. Tvey stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg veit ikki um eg sigi ov nógv nú, men hetta er fantastiskt, sigur Pætur Dam Jacobsen.

 

Les eisini: Skála vann botndyst

 

Einsamalla málið kom tjúgu minuttir fyri tíð, eftir hornaspark, Bólturin kom lágt innfyri úr høgru og so fekk Pætur fótin á bóltin og skoraði. Eftir málið hevði B68 torført við at trýsta vælskipaðu verjuna hjá Skála.

 

- Ikki fyri at vera yvirlegin, men eg haldi ikki eg var í iva um, at vit fóru at klára at halda hetta heim, sigur Pætur Dam Jacobsen um seinastu minuttirnar.

 

Skála hevur bara latið eitt mál inn í fýra dystinum. Komandi umfar tekur Skála móti HB, meðan B68 á Summarfestivalinum skal spæla móti KÍ.