Rannvá B. Andreasen, Liljan av Fløtum Petersen og Randi Wardum vóru allar í góðum lag eftir dystin á Tórsvølli í kvøld.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
Tær eru allar samdar um, at føroyska liðið kundi við hepni havt vunnið dystin í kvøld. Hóast tað, so fegnast tær um eina stigi, sum kom í hús.
Les eisini: Kvinnurnar spældu javnt ímóti Norðurírlandi
Tær eru eisini samdar um, at hetta hevur verið ein góð landsliðsvika fyri føroyska kvinnulandsliðið, sum hevur megnað at spælt javnleik móti bæði Bosnia Hersogovina og Norðurírland.










