Fantastiskir leikir

Olympisku leikirnir í London vóru fantastiskir at fylgja við í, men Paraolympisku leikirnir eru ikki minni hugtakandi. Myndirnar at teimum íðkandi, sum við sínum brekum stríða seg í gjøgnum tað, ið teimum flestu ógjørligt, hugtaka heimin

Tilsamans 4000 luttakarar úr 160 londum kappast í 20 ymsum ítróttar­greinum í Paraolympisku leikunum í hesum døgum. Sandoyingurin Ragnvaldur Jensen svam hósdagin 100 metra bringusvimjing. Hann gjørd­ist nummar 12 við tíðini 1:13:92, ið er næstan neyvt sama tíðin, sum hann kom til Paraolympisku leikirnar uppá. Tann tíðin var 1:13:89, ið svaraði til eitt 10. pláss, men av tí, at hinir svimj­ar­arnir stóðu seg sera væl hósdagin, so rakk tíðin á 1:13:92 ikki til finalu pláss.
At koma til leikirnar er at rokna sum ein sigur í sjálvum sær. Tað skulu Ragnvaldur og hinir 4000 luttakararnir eisini minnast til at fegnast um, hóast tað løtuna eftir kappingina, har tað ikki gekk akkurát sum ætlað, er ringt at minnast til.
Men meðan Ragnvaldur vónandi er farin at fegnast um luttøkuna í leikunum, fegnast vit í øllum førum hansara vegna, meðan vit lata okk­um hugtaka av mongu ótrúligu avrik­unum og fantastisku myndunum frá leikunum í London, sum enda sunnu­dagin.