Fantastiskir fiskimenn í Hvalba

Tað er ógvuliga flott av teimum, sum reka og eru við hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, at teir liggja millum allar bestu partrolarapørini í veiðivirði í farna ári. Partrolararnir í Hvalba høvdu eitt óføra gott ár í fjør.

Júst, hvussu stórt veiðivirði í farna ári er, vil reiðarin, Mikkjal Hammer, ikki siga endaliga.

Bæði teir, sum eiga Vestmenning og Fram og teir, sum eiga Hamranes og Breiðanes, siga, at pørini liggja ógvuliga tøtt ? og helst stavn um stavn, soleiðis at Portalurin ikki kann taka dagar ímillum.

Veiðivirði í farna ári liggur um 43 miljónir krónur.

Mikkjal Hammer, reiðari, sigur, at hann skal ikki taka dagar ímillum, um skipini hjá teimum hava fiskað fyri meiri enn Vestmenningur og Fram, men hann dylur ikki fyri, at hann er ómetaliga væl nøgdur við gongdina í farna ári.

- Vit hava ikki neyva talið fyri alt árið enn, men taka vit veiðina fyri hvønn dag í sjónum, er eingin ivi um, at Hamranes og Breiðanes liggja í oddinum, leggur hann aftrat.

Breiðanes misti nevniliga einar 20-25 fiskidagar, tá trupulleikar vóru við gearinum í mai, og Hamranes tá gjørdi ein vánaligan túr saman við Steintóri.

- Lastin hjá okkara skipum er bara helmingurin av lastini hjá fleiri av teimum størru partrolarunum, og haraftrat kemur, at upsaveiðan vanliga er vánalig í tíðini, tá tey størri pørini eru á gulllaksaveiði, sigur ein væl nøgdur reiðari, Mikkjal Hammer.

Teir, sum føra partrolaraparið úr Hvalba, eru ávikavist Tórhallur Randrup við Breiðanesi og John Martin Poulsen við Hamranesi. Báðir eru hvalbingar.

- Bæði skiparar og manning eru serstakliga dugnalig og gera eitt ómetaliga gott arbeiði, sigur reiðarin.