Fantastiskar umstøður men keðiligt úrslit

Soleiðis ljóðar samandrátturin hjá Hera Ziska, eftir at hann í gjárkvøldið tveitti hamaran knappar fýra metrar

Hamarkast er ikki sterkasta síðan hjá Hera Ziska, men á einum góðum degi ber til hjá honum at tveita hamaran upp á 47 metur. So væl gekk tó ikki hjá honum seinnapartin sunnudagin, tá hann á leikvøllinum fyri frælsan ítrótt á Kallipateira skamt uttan fyri Rhodos-bý, kastaði hamaran 43,99 metur. Eitt tal, sum í síðsta enda gav eitt fimta pláss.

– Eg eri nokkso ræðuliga skuffaður, tí eg veit eg havi meiri at geva av. Eg klári væl meiri á einum góðum degi, og hevði gjørt dreymakastið nú, so hevði tað kanska rokkið til eitt triðja pláss, segði Heri Ziska, stutt eftir at hann hevði tveitt hamaran fyri seinastu ferð á hesum leikunum.


Veðrið bilti ikki

Tá Heri kastaði fyri fyrstu ferð í gjár skein sólin yvir stadion. Tá hann var liðugur, hevði sólin fjalt seg handan skýggini, og sambært Hera varð hann ongantíð órógvaður av hvørki sól ella hita.

– Hita havi eg roynt áður, og sólin bilar heldur ikki ein sovorðnan dag, tá veðrið var fullkomið, sum gjørt til frælsan ítrótt. Sólin kundi órógva, um vit fingu hana í eyguni, men tá hava vit sólbrillur, sum vit eisini brúka, tá vit venja í Havn um kvøldarnar og sólin setur, sigur Heri Ziska.


Fyrsti venjarin í 13 ár

Til hesar leikirnar hevur Heri Ziska gjørt rímiliga nógv burtur úr venjingunum. Eitt nú hevur hann fingið sær nakað so sjáldsamt sum ein venjara.

– Venjarin er tann fyrsti hjá mær síðani 1994, og tá eg eri sjálvlærdur í hamarkasti, roynir hann nú at læra meg ein øðrvísi teknikk, greiðir Heri Ziska frá. Hesin teknikkur skal ætlandi koma honum til góðar á oyggjaleikunum í 2009.

– Tá skal eg upp um hasar 50 metrarnar. Eg veit at eg kann tað, og havi evnini til tað, so uttan skaðar átti tað at borið til, heldur Heri Ziska.