“Eg eri so klárur, sum ein kann blíva”, sigur Sofus, tá eg fái orðið á hann, ein góðan hálvan tíma, áðrenn hann skal á pall kl 22.00. Hann hevur verið nógv á palli saman við familjuni, men nú roynir hann seg sum solist. “Hetta er aðru ferð, at eg fari á pall sum solistur. Skal tað vera, so skal tað vera nú,” sigur hann. Halleluja-Sofus sigur, at hetta er ein góður møguleiki at vísa seg fram, og at hann er noyddur at taka av, nú høvi býðst.
Hetta er eitt fantastiskt tiltak, sigur hann. Hann hevur verið her allan seinnapartin, og hevur hoyrt fleiri av teimum, ið longu hava spælt. “Tey hava verið avbera góð, og tað verður torført at koma aftaná”, sigur hann at enda.









