Levi Hanssen fekk nakrar minuttir, tá landsliðið í vár vann venjingardystin móti Íslandi, men í aðrar mátar er hann óskrivað blað á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
- Tað at vera við nú er heilt fantastiskt. Tað er sjálvandi nakað, sum mann hevur droymt um nú í eina tíð, so tað er ótrúliga stuttligt at vera blivin partur av hópinum.
- Árið hevur eisini gingið hampuliga væl hjá mær. Sjálvandi eru nøkur ting, sum eg kundi ynskt betri, men sum heild hevur tað verið á eini leið, og so er tað hugaligt, tá tú fært staðfest, at venjarin heldur tað sama, sigur Levi Hanssen.
Hevur tú havt nakað samband við Brian Kerr, soleiðis at tú hevur vitað, at úttøkan var heilt nær?
- Nei, slettis ikki. Men tað havi eg so fingið høvi til er á ferðini.
Eysturríki er væl ein serligur dystur. Eisini hóast tú neyvan minnist, hvussu tað gekk fyri seg, tá Føroyar í 1990 vunnu 1-0 í Landskrona.
- Tað er tað sjálvandi. Hetta er ein dystur, sum alt Føroya fólk gleðir seg til, og sum vekir sterk minni hjá øllum. Vit stóðu okkum eisini væl móti teimum í fjør, so talan er heilt avgjørt um eina spennandi uppgávu, sum vit gleða okkum til, sigur Levi