Planet. fo í Nibe: Føroyingar kenna lítið til amerikansku songkvinnuna Beth Hart, men hon fær fingið alsamst størri undirtøku í Danmark, har hon hevur funnið sær eitt slag av heimavølli
Hóast útsendi hjá Planet.fo ikki kenda nakað til Beth Hart frammanundan, legði formaður í nevndini fyri Nibe Festivalinum tí útsenda eina við at fara at lurta henni.
Og tað var ikki so løgið. Beth Hart var fantastisk. Hon var full av orku, spældi sterkan rocktónleik, og við sínari framferð, rødd og útstráling var hon heilt framúr.
Beth spældi klaver og gittar við sveittabroti, og samstundis helt hon øllum uppi við síni frálíku rødd. Í løtum minti hon um eina Janis Joplin í toppformi, og tí kann viðmælið um at lurta eftir Beth Hart bara fara víðari til lesararnar hjá Planet.fo hon er verd at uppliva!